Arni Klein Abrahamsen var ungdómsleiðari í Kelduni áðrenn hann kom út sum samkyndur (Skíggjamynd úr Gud signi Føroyar)

Birgir Kruse: - Ein sannur elegantier

Sverri Egholm

15.02.2018 - 23:05

Tíðindi > Trúarlív

- Stílurin er eins elegantur, og verturin - ein sannur elegantier - ið dugur at seta seg í senu.

Soleiðis orðar Birgir Kruse seg á bloggi hansara, Birkblog, tá hann umrøður fyrsta part av sendingini Gud signi Føroyar, sum varð sendur í kvøld.

- At gera sendingar, sum uttan frávik hvíla á fleiri beinum innan sama tematikk, hevur altíð verið ein avbjóðing. Ikki minst tá hvør sending er ein knappan tíma, og tilfarið tíðuliga setur sær sjálvum tað krav, at skula upplýsa og halda hyggjaran vaknan og forvitnan. Í hesum føri er alt samal so væl frágingið, at sendingin verður ein uppvísing í føroyskum infotainment.

- Visuelt var tað hugtakandi at síggja falna ungdómsleiðaran, við rygginum móti Kelduni, fylla bensin á bilin, hyggja eina seinastu ferð aftur um seg - og vit hugsa um konu Lots í fyrstu Mósebók - og so rulla avstað móti Valaknúkum, einsamallur í svørtum bili. Hans Petur Hansen man hava havt ein fotofingur við í hasum spælinum, eins og stiliseraða innganginum úr Havn við væl avstemmaðum náttarljósi í miðbýargøtuni. Visuelt hástøkk.

- Men nýggja kirkjuliga heimstaðin fann hin fráfalni í kirkjuni í grannabygdini á Skála hjá tí presti, sum vit í almenna rúminum hava skilt, skal bøla omaná teim mest forstokkaðu meiningum um samkynd. - Her skalt tú verða vælkomin, fekk hann at vita. Stikk denn!

Les alla umrøðuna her