Mynd: Birgir Kruse / Birkblogg

Birkblog: A Star is Born

Sverri Egholm

02.06.2018 - 17:29

Mentan >

Birkblog: Midnáttartíman á Mentanarnáttini í Havnar kirkju varð ein nýggj stjørna fødd í mínum huga. Tá hugsi eg ikki um triðju og nýggju upptøkuna við Lady Gaga av filmsklassikaranum frá 1937, sum eg í dag havi tikið bloggnavnið frá. Nei, tað er 27 ára gamli Trygvi Danielsen við listafólkanavninum Silvurdrongur.

Saman við bólkinum Hettarher hevði Silvurdrongur valt sálm nummar 370, sum er hin kendi Gakk tú tryggur eftir Hans Andrias Djurhus við lagnum hjá Jógvani av Lakjuni.

Men framførslan var ikki soleiðis beint fram, so sum vit kenna barnasangin úr gulbjarta morgunskúlanum, men eisini av ormafongda moldbakkanum, meðan borið verður. Ljóðsins ljós verður kastað í allar ættir og drigið inn úr øllum herðashornum. Løtan, sum vardi knappan tíma, var meditativ, fyrst sitandi við afturlatnum eygum, varisliga við kenda lagnum.

Les allan bloggin her