(Mynd: EPA)

Bitcoin í fríum falli seinasta samdøgrið

Ari av Rana

17.01.2018 - 16:39

Tíðindi > Pengar > Gjaldoyra

Virðið á kryptogjaldoyranum Bitcoin er fallið við áleið 20 prosentum seinasta samdøgrið, meðan onnur kryptogjaldoyru hava mist meiri virði.

Virðið á Bitcoin fall til 12.000 dollarar í gjár, og í morgun fall tað til undir 10.000 dollarar, áðrenn tað vaks eitt vet aftur í virði.

Næst størsta kryptogjaldoyra, Etherium, fall við 30 prosentum í sama tíðarskeiði.

Stjórin í bitcoin bankanum Bitcoin Suisse, Niklas Nikolajsen, sigur við TV2, at tílíkar reguleringar á marknaðinum eru vanligar.

- Tá tú hevur ein marknað, sum er hitaður yvir, sum kryptomarknaðurin er í løtuni, so er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn ein tílík regulering fer fram, sigur Niklas Nikolajsen.