Streymurin er bíligur í Íslandi. Tí sagnast orkukrevjandi fyritøkur í landinum (Mynd: EPA)

Bitcoin-rán í Íslandi

Ingi Samuelsen

05.03.2018 - 09:20

Tíðindi > Uttanlands > Brotsverk

Tjóvar við góðum innliti til tykislig gjaldoyru hava framt innbrot, sum verður mett at vera størsta rán í Íslandi nakrantíð. 600 teldur, ið eru ætlaðar til at gagnnýta tykislig gjaldoyru, eitt nú bitcoin, eru stolnar, skrivar NBC News.

Teldurnar eru stolnar úr ymsum dátumiðstøðum í Íslandi. Talan er um fýra ymisk innbrot – trý í desember og eitt í januar.

- Vit hava ikki sæð slíkt áður. Alt bendir á, at talan er um sera væl skipað rán, sigur politiovastin í Reykjanes-økinum, Helgi Kjartansson, sambært berlingske.dk.

11 persónar eru handtiknir – ein teirra er trygdarvørður. Fríggjadagin avgjørdi ein dómari í rættinum í Reykjanesi, at leingja fongslingini av tveimum teirra.

Stuldurin verður kallaður ”stóra bitcoin-kvettið” orsaka av, at teldurnar, ið ikki eru funnar enn, hava eitt virði upp á umeið tvær milliónir danskar krónur.

Stuldurin kann gerast gevandi fyri gerningsmenninar, um teir brúka teldurnar til at skaffa fleiri bitcoin og onnur tykisgjaldoyru. Tykislig gjaldoyru kunnu seljast víðari uttan at tað kann sporast, og harvið kunnu gerningsmenninir vinna stórar upphæddir burtur úr stuldrinum.

Hóast innbrotini vórðu framd í desember og januar, eru tíðindini ikki leysgivin fyri nú í vón um at løgreglan kundi slóða tjóvarnar við at halda eyga við streymnýtsluni. Tá 600 teldur arbeiða saman við at framleiða tykisligt gjaldoyra, verður óvanliga nógv orka brúkt, og tí hevur løreglan biðið elveitarar, netveitarar og útleigarar av goymsluplássi um at halda eyga við óvanligum brúki, men enn uttan stórvegis úrslit.

Tað er júst streymnýtslan, ið er orsøk til at framleiðarar av slíkum valuta hava leitað sær til Íslands, har streymurin kemur frá varðandi orkukeldum og tí er bíligur.