Bjarki Zachariasen

Bjarki Zachariasen til DM í innandurafótbólti í kvøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

12.01.2018 - 16:02

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Bjarki Zachariasen, sum til dagligt spælir við Næstved, skal í kvøld luttaka í óalmenna Danmarksmeistaraheitinum í innandurafótbólti, KMD CUP.

Bjarki Zachariasen, sum er lítli beiggi Gunnar Zachariasen, sum var ein av okkara fremstu fótbóltsleikarum, er fyri kortum fluttur til Danmarkar, har hann hevur megna at spæla seg inn í besta liðinum hjá Næstved. Nú er hann úttikin til hópin at umboða Næstved í óalmenna DM i innandura.

Luttakandi liðini er ein blandingur av mangt og hvat. Á liðinum hjá Brøndby er m.a. Thomas Khalenberg, sum hevur spælt 47 dystir fyri danska landsliðið, í AaB hópinum er Thomas Augustinussen, sum er royndur leikari í bestu donsku deildini, at finna, meðan Daniel ‘Elly’ Pedersen, sum spældi 5 dystir fyri HB í 2017, spælir við FREM.

Eisini luttaka kvinnurnar hjá Brøndby og Fortune Hjørring, meðan heilt stórur stjørnurnar eru leikarar á danska landsliðið, sum vann EM í 1992. Millum teir eru Henrik Larsen, John ‘Faxe’ Jensen, Kim Vilfort og Thomas Helveg.

Eitt heldur skemtiligt íkast er eisini í kappingini, tá Fólkatingið stillar upp við einum kynsblandaðum liði. Millum leikararnar á hesum liðinum eru Jakob Ellemann-Jensen úr Vinstra, Rasmus Jarlov úr Konservativu Fólkaflokkinum og Carolina M Maier úr Alternativet.

KMD Cup verður sparka í gongd kl. 18 og verður víst á 3+.