Bjarni Hammer (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Bjarni Hammer: - Danska løgreglan avhoyrdi meg

Ari av Rana

22.02.2018 - 13:54

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Lógarbrot

Í tíðindaskrivi, sum VP.fo hevur fingið hendur á, sigur Bjarni Hammer, at hann hevði samrøðu við tveir danskar løgreglumenn umborð á Smyrli fyri tveimum vikum síðani.

Bjarni leggur dent á, at hann ikki er skuldsettur í nøkrum máli um okkurt, sum skuldi farið fram í Havn fyri fleiri árum síðani, har hann skal hava selt rúsevni í einum 40 ára føðingardegi hjá vinmanni.

Bjarni Hammer sigur eisini við VP, at leysasøgurnar byrjaðu at ganga í november 2017, og at hann alla tíðina hevur hildið løgmann kunnaðan um støðuna.