Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bjarni Hammer: Hesum kunnu næstan øll liva við

Sverri Egholm

04.12.2017 - 23:40

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Bjarni Hammer, limur í vinnunevndini og tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur áður ikki sagt seg kunna at taka undir við uppskotinum um fiskivinnuskipanina, sum tað var.

Men nú stendur betri til hjá suðuroyartingliminum.

- Øll eru ikki nøgd við alt sum er í hesum málinum, men eg haldi at tað sum liggur á borðinum er á einari leið, segði Bjarni Hammer við R7 í kvøld.

- Allir partarnir hava flutt seg nógv, og nú er man komin til eitt punkt har man sigur, at skal man leggja eitt uppskot fram ella ikki.

Uppskotið er broytt eitt sindur í mun til tað, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði fram. Millum annað er uppboðssøluparturin minkaður niður í 15 prosent av sild og makreli og økiskvoturnar eru hækkaðar frá 7 prosentum upp í 8,5 prosent.

Hoyr alla samrøðuna her