Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bjarni Hammer: - Miðlahúsið miðdepilin í samansvørjingini

Sverri Egholm

22.03.2018 - 21:11

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Bjarni Hammer hevur í kvøld sent almenna viðmerking, har hann lýsir hansara síðu í málinum, sum kom fram í fyrst VP og síðani Sosialinum.

- Alt hetta málið er ein samansvørjing ímóti mær, har endamálið var at skaða meg, bæði politiskt, mítt borgarliga starv og persónligt. At fremja karaktermorð ímóti mær.

- Tað framgongur av skjølunum í málinum, sum eg havi fingið innlit í, sigur Bjarni Hammer.

- Skjølini vísa eisini týðiliga, at Miðlahúsið er miðdepilin fyri samansvørjingini. Tað sæst millum annað á tí, sum blaðstjórin í Miðlahúsinum sigur við politiið á fundi tann 18. desember 2017. Tá sigur hon, "at Sosialurin og kvinnan hava felags interessu at fella Bjarna".

- Á fundi dagin eftir, tann 19. desember 2017 greiðir hon politinum frá, at tey ætla at gera eitt "setup" ímóti mær og tey bjóða politinum at vera við í hesari ætlanini. Politiið sigur tó nei og greiðir blaðstjóranum frá, at tað er ólógligt í sjálvum sær at eggja nøkrum at bróta lógina.

- Henda samansvørjingin hevur havt ógvusligar avleiðingar fyri meg og míni nærmastu. Uttan fyrilit hevur størsta privata miðlafyritøka í landinum hongt meg út fyri nakað, sum eg ikki havi gjørt.

Les alla viðmerkingina her


Les eisini: Bjarni Hammer: - Blaðstjórin fekk at vita frá løgregluni at tað var ólógligt