Bjarta: - Vit hava fyrireikað okkum sum vanligt

Hanus Samró

06.02.2015 - 22:33

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Í sambandi við "Hondbóltssendingina,” sum verður víst á portal.fo, hava vit sett Bjartu O. Johansen nakrar spurningar viðvíkjandi finaluni í Coca-Cola kappingini millum Neistan og Kyndil

- Vit hava fyrireika okkum sum vanligt, við at hava góðar og harðar venjingar. Um eg skal nevna nakað sum hevur verið øðrvísi, so hevur tað kanska verið eitt sindur meiri taktiskt venjing enn vanligt.

Tað hevur verið stór óvissa, hvørjum Kyndil skuldi spæla ímóti, tí Neistin varð kært fyri at hava brúkt ólógligan leikara, men hóskvøldið fekk Neistin viðhald. Sostatt verður tað Neistin og Kyndil, ið bresta saman í finaluni í Coca-Cola kappingini. Vit hava spurt Bjartu, hvørjar vónirnar eru:

- Tað er at raka dagin og veruligan vísa viljan, tí eg vænti, at tað liðið, sum tann dagin vil tað mest, endar sum steypavinnari. Vit gleða okkum til ein spennandi dyst, og vónirnar eru sum vera man góðar. Vit vóna og vænta at allar verða tøkar til dystin.

Finalan í Coca-Cola kappingini millum Neistan og Kyndil byrjar leygardagin 7. februar kl.13.30.