Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður leggur fram ætlanina um Føroyar sum tænastumiðdepil í Arktis á ráðstevnuni í Reykjavík. Millum áhoyrarnar var eisini íslendski forsetin. Myndir Jan Müller/oljan.fo

Bjóða Føroyar fram á siglingarleiðunum í Arktis



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

19.10.2015 - 09:01

Oljan > Olja > Arktis

Jan Müller úr Reykjavík

Tað var rungandi lógvabrestur, tá teir umleið 800 áhoyrarnir í Hørpuni í Reykjavík í vikuskiftinum lýddu á, hvat Aksel Johannesen, løgmaður, síðani Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður og loksins Hákun Djurhuus, stjóri í SEV høvdu at bera fram á arktisku ráðstevnuni “Arctic Circle”.

Tað fellur neyvan heldur einum og hvørjum í lut at fáa atgongd til størstu høllina og pallin og somuleiðis eina ta bestu tíðina á so stórari ráðstevnu. Men hetta eydnaðist føroysku stigtakarunum til tær tríggjar framløgurnar um Føroyar sum tænastumiðdepil í Arktis og um setning Føroya at gerast heilt grønar á orkuøkinum innan fá ár.

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur og seinastu árini eisini formaður í arktiska bólkinum í Fólkatinginum, hevði gjørt sær serstakan ómak við at brúka hetta einastandandi høvið hjá Føroyum at varpa ljós á ætlanina at gera Føroyar til ein týðandi tænastumiðdepil í Arktis. Hann nýtti her eisini høvi til at fáa boðskapin um eina nýggja oljuútbjóðan um tvey ár út til umheimin. Á sannførandi hátt og við at spæla við opnum kortum vakti framløga hansara miklan ans á ráðstevnuni skulu vit døma eftir úttalilsunum frá fleiri av áhoyrarunum aftaná. (Lesið um hetta í komandi greinum á oljan.fo) Millum áhoyrarnar var eisini íslendski forsetin Ólafur Ragnar Grímsson. 

Eftir framløguna, sum vit fara at hyggja eitt sindur nærri at her, vóru tað eftir øllum at døma fleiri, sum fingu eyguni upp fyri tí veruleika, at Føroyar eru til og eru partur av Arktis umframt at hava umstøður at vera við til at troyta teir møguleikar, sum framtíðin hevur at bjóða uppá í Arktis. Her verður serstakliga hugsað um teir møguleikar, sum tann vaksandi ferðslan fer at hava við sær.

Sjúrður Skaale vísti fyrst í framløgu síni til orðini hjá løgmanni um, at hóast vit eru ein lítil tjóð, so vilja vit eisini átaka okkum okkara part av ábyrgdini av avbjóðingunum, tá tað kemur til tryggleika í økinum og at minka um útlátið.

“Men vit vilja eisini hava okkara part av vinnumøguleikunum í arktiska økinum”, segði hann og vísti annars eisini til royndir føroyinga at gerast ein oljutjóð.

Bjóðaði oljufeløgum at leita eftir olju í 2017

“Seinastu fimtan árini hevur verið leitað eftir olju í føroyskum øki. Øll í Føroyum vónaðu og vóru vís í, at olja fór at verða funnin og at Føroyar fóru at gerast ein oljuframleiðandi tjóð. Tí beint hinumegin markið høvdu bretar funnið stórar nøgdir av olju. Nakrar av teimum størstu oljukeldunum í Bretlandi eru bara fáar metrar frá føroyska markinum, so vit roknaðu við, at oljan fór eisini at verða funnin her.

Áhugin hjá oljufeløgunum var sera stórur fyri at leita, og tey lótu upp skrivstovur her. Eisini fingu vit tvey føroysk oljufeløg, sum tóku lut í leitingini, og sum í dag eisini eru partur av oljuvinnuni í Bretlandi og Norra. Vit høvdu entá eisini ein oljuráðharra. So vís vóru vit í, at olja fór at verða funnin her.

Føroysk feløg sóu møguleikar fyri at veita tænastur til oljufeløgini, og haraftrat fóru vit undir at byggja oljuveitingarskip, sum í dag arbeiða kring allan heimin.

Hesa tíðina eru níggju brunnar boraðir, summir hava verið turrir, meðan aðrir hava avdúkað olju men tó ikki í nóg stórum nøgdum. Tað er tó ein sannroynd, at olja er í føroysku undirgrundini. Nú tá oljuprísurin er sera lágur, og tað er kostnaðarmikið at bora í føroyskum øki, er greitt, at áhugin fyri at bora er ikki til í løtuni, men í 2017 verður ein nýggj útbjóðing, og vit vóna, at onkur oljufeløg fara at vísa áhuga aftur fyri at bora og finna tann elefantin, sum vit øll halda finst í føroysku undirgrundini,” segði Sjúrður Skaale og helt fram:

Nógvir føroyingar í oljuvinnuni

“Men vit ætla okkum ikki bara at sita hendur í favn og bíða eftir, at tað skal henda. Tey fimtan árini leitað hevur verið er nógv broytt í Føroyum. Okkara arbeiðsmegi er broytt. Frá nærum ongum fólki í oljuvinnuni er talið í dag umleið 1200, sum eru útbúgvin og hava útvegað sær royndir til at arbeiða í oljuvinnuni. Tey arbeiða í stóran mun í øðrum londum.

Føroyar eru tó framvegis á sama stað á heimskortinum, beint á markinum millum Arktis og Europa. Eitt sera hent stað, har vit nú bíða eftir, at siglingarleiðirnar norður eftir skulu lata upp. Vit meta okkum at vera júst á rætta stað á hesi farleið, “right in the middle on the road”.

Hetta er ein stórur møguleiki fyri okkum, ein møguleiki, sum vit ynskja at troyta.”

Sjúrður Skaale segði, at talið á tangaskipum, sum sigla um okkara leiðir, er vaksið sera nógv seinastu árini. Hetta letur upp fyri nýggjum møguleikum, sum føroyingar ynskja at troyta og vísti á, at vit í løtuni eru við til at menna eina nýggja vinnuliga strategi, sum kann gerast partur av vinnumenningini í Arktis. Henda hevur fingið heitið: “The Faroe Islands Maritime Services”.

“Vit vita frá okkara egnu fyritøkum, sum arbeiða í vinnuni, at eitt tangaskip ella frálandsskip, sum kemur í havn, ikki bert ynskir at skifta manning ella bunkra. Tí tørvar eina rúgvu av ymsum tænastum. Vit hava tí í Føroyum sett okkum saman, fyritøkur umboðandi eina rúgvu av vørum og tænastum, fyri at bjóða fram ein pakka til altjóða fyritøkur, nú vit liggja á eini so týðandi farleið.

Hyggja vit nærri at hesum fyritøkum, so er greitt, at vit hava skúlar og lærustovnar í Føroyum, sum útbúgva og halda skeið fyri fólki, sum velja sjóvinnuna. Vit hava hundraðtals yvirmenn, sum arbeiða umborð á okkara egnu skipum og á skipum kring heimin. Og ikki tykkum, ið her sita, at siga, so er tað sera týdningarmikið, tá tú skal gera ein handil, at tínir partnarar eru væl útbúnir. Og tað er ein sannroynd, at føroyska arbeiðsmegin er væl útbúgvin á hesum økjunum.”

Góðar havnir

Sjúrður Skaale nevndi síðani tær stóru og góðu havnirnar í Føroyum.

“Vit hava seks stórar havnir, og tað undraði tí meg almikið, tá ein av fyrilestrarhaldarunum her á ráðstevnuni, sum tosaði um íløgur í havnir í arktiska økinum, ikki nevndi Føroyar við einum tí einasta orði, hóast hann nevndi øll hini londini, uttan bara Føroyar, sum liggja á sjálvum tí komandi høvuðsvegnum til og frá Arktis.

Tí haldi eg eisini, at man hevur gloymt ella yvirsæð Føroyar, nú her finnast ikki færri enn seks størri havnir. Tvær tær størstu eru í høvuðsstaðnum Tórshavn og í grannabýnum Runavík. Bæði hesi plássini arbeiða við ætlanum at útbyggja sínar havnir í stóran mun. Vit gera tí við hesum nakrar av teimum størstu íløgunum í undirstøðukervið nakrantíð í Føroyum, fyri at vaksa um kapasitetin, soleiðis at vit kunnu taka ímóti fleiri og størri skipum , soleiðis at vit aftur kunnu veita teimum betri tænastur.

Føroyar hava so eisini aðrar fyrimunir. Hyggja vit at flutningi, so er tað ein stórur fyrimunur, at alt í Føroyum er skjótt at koma til. Talan er um eitt sera lítið land. Her eru 18 oyggjar, sum eru bundnar saman við undirsjóvartunlum. So einki er meira enn ein tíma burturi, hvat enn tær tørvar. Hevur tú brúk fyri hesum ella hasum, so tekur tað ikki meira enn ein tíma at fáa hendur á tí. Hetta haldi eg sjálvur er ein ótrúliga stórur fyrimunur.

Vit hava júst útbygt okkara flogvøll. Og hóast vit oftani hava mjørka og nógvan vind, so er flúgviregulariteturin nærum 100%.”

Hava førleikarnar

Sjúrður Skaale nevndi síðani, at ein høvuðsorsøkin til at vit royna at fáa skip at koma til Føroya, er tann, at vit hava prógvað, at vit hava neyðugu førleikarnar.

“Hetta er tó ikki nakað nýtt. Skip eru komin í føroyskar havnir seinastu mongu árini fyri at fáa umvælingar gjørdar, skifta manning, bunkra og proviantera. Og seinasta ár varð ein hornasteinur í so máta, tá ein stórur boripallar, West Hercules, hvørs fyristøðufelag Statoil var við til at tryggja, at pallurin kom í føroyska havn at verða umvældur. Stór feløg eru sjálvandi ivasom, um vit í Føroyum kunnu gera slík stórarbeiði. Men tey tóku tjansin. Føroyska felagið MEST átók sær arbeiðið saman við fleiri øðrum føroyskum fyritøkum, og eftir útint arbeiði fingu føroysku fyritøkurnar bara góð skoðsmál frá Statoil og hinum fyritøkunum, sum varaðu av pallinum.

Hetta var fyri okkum at meta sum ein týðandi sveinaroynd, ið vit megnaðu, og tí eru vit ikki smædnir fyri at bjóða okkum fram til vinnuna við størri vissu.”

Airport 19

Sjúrður Skaale nevndi eisini eina aðra og heldur øðrvísi føroyska ætlan, sum hann eisini segði, mong mettu vera nakað langt úti í framtíðini. Tað er verkætlanin “Airport 19”.

“Føroyar telja sum er 18 oyggjar, so henda verður tann nítjanda. Hugskotið aftanfyri verkætlanini er at byggja eina nýggja oyggj í Føroyum, sum bæði hýsir einum flogvølli og eini havn. Hetta er eitt privat initiativ, sum vit ikki megna at fíggja alment í løtuni. Fólkini aftanfyri verkætlanina hyggja eftir privatum íleggjarum kring um í heiminum. Onkur heldur helst, at hetta er veruleikafjart, men talan er um eina altjóða floghavn, sum lýkur øll krøv, og í sama umhvørvi hevur tú so eisini eina stóra og nútímans havn.

Vit leita eftir fólki, ið síggja fyrimunirnar at brúka eina føroyska havn sum eitt steðgipláss í arktiska økinum, á eini av høvuðs siglingarleiðunum í altjóða ferðslu. Vit vóna at kunna finna íleggjarar til eina slíka ætlan, tó at vit vita, at hetta er ein fuglur á takinum. Aðrar útbyggingar av okkara havnum eru fuglar í hondini. Tær eru og fara at vera gjørdar.

Føroyski fólkatingsmaðurin segði, at vit samanumtikið halda vit okkum hava fimm góð argument fyri at fáa skip og pallar til Føroya at fáa tænastur og vørur.

“Okkara geografiska støða er avbera góð. Vit hava prógvað, at vit hava førleikarnar. Sum ein lítil tjóð hava vit lætt og skjótt við at umstilla okkum. Alt er sera nær. Tú kanst fáa alt innan fyri ein tíma. Og okkara príslega er kappingarfør, tá vit sammeta okkum við aðrar havnir í økinum.”

Sjúrður Skaale segði at enda, at tað skal ikki vera nakar ivi um, at føroyingar eisini vilja kenna ábyrgd, tá talan er um at minka um CO2 útlátið.