Bergur Thomsen, stjóri á 62°N og Fía Selma Nielsen, leiðari á Kundatænastuni í Betri Banka

Bjóða snarlán til ferðir



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

15.01.2018 - 13:08

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Saman við Betri Banka er 62°N nú farið at bjóða ferðafígging til kundarnar. Tey rópa tað snarlán.

- Vit hava leingi kunna staðfest, at tørvur hevur verið á einum meira smidligum fíggingarmøguleika til privata marknaðin. Tað er ikki altíð, at búskapurin loyvir at ein heil familja kann ferðast, tað verið seg í bráfeingis ørindum ella ein hart tiltrongd summarferð, sigur Bergur Thomsen, stjóri á 62°N.

- Saman við Betri Banka hava vit ment hendan nýggja møguleikan, sum vit vita, at fólk hava eftirspurt í longri tíð. Avbjóðingin hevur verið at funnið ein einfaldan og ikki minst skjótan leist til tænastuna, og har hevur Betri Banki víst seg at vera ein munagóður viðspælari.

Við Snarlán ferðafígging kanst tú ferðast, tá tær lystir. Tað tekur bert eitt lítið bil, frá tí at tú søkir um ferðafígging, til tú hevur ferðaseðilin, um fíggingin verður játtað.

Allar umsóknir um Snarlán verða viðgjørdar beinanvegin. Hetta merkir, at í arbeiðstíð bankans fært tú vanliga svar frá Betri Banka innan fyri 15 minuttir.

- Á 62°N eru vit sera fegin um at kunna bjóða nýggju tænastuna, tí vit meta hana fara at nøkta ein tørv, ið áður hevur ligið á láni, verður sagt í tíðindaskrivi.