Bjørn Kalsø. Mynd: Jens Kr. Vang.

Bjørn Kalsø: Limaskapur í Eurovision er treytaður av at landið er sjálvstøðugt


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Hallur av Rana

09.06.2015 - 10:04

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Kringvarp Føroya sendi í 2010 fyrispurning til EBU um “aktivan” limaskap, sum krevst fyri at luttaka í Eurovision Song Contest. Niðurstøðan tá var, at Føroyar ikki kundu luttaka í Eurovision Song Contest. Umberingin var, at tað ikki var møguligt hjá Føroyum at gerast aktivur limur í EBU, tí í reglugerð er ásett, at aktivur limaskapur er treytaður av, at landið er sjálvstøðugt sbrt. allýsing hjá ST.

Tað skrivar Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, í svari til ein §52a fyrispurning, ið Janus Rein, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur sett honum í samband við føroyskari luttøku í Eurovision.

Í svarinum framgongur greitt, at tað er ríkisrættarliga støða føroyinga, ið er til hindurs fyri at føroyingar kunnu luttaka í kappingini umboðandi sína egnu tjóð.

Orðingin í svarinum bendir tó á, at landsstýrismaðurin ikki metir, at tað er ein nóg haldbar grundgeving fyri at nokta Føroyum luttøku. Tvørturímóti metir hann, at um nóg stórt arbeiði verður lagt í tað, so ber til at tryggja føroyskari luttøku.

- Sum áður nevnt, hevur umberingin verið, at lond skulu vera sjálvstøðug sambært allýsing hjá ST fyri at luttaka. Men tað er lítið at ivast í, at tað ber til at broyta hesa støðu til fyrimunar fyri okkum, um nóg stór orka verður løgd í arbeiðið at røkka hesum máli, skrivar landsstýrismaðurin í svarinum.

Landsstýrismaðurin sigur seg eisini sjálvan taka undir við limaskapi í EBU, men at umsóknin ikki er politisk, men nakað, ið Kringvarpið má taka á seg.

- Eg taki undir við, at Føroyar luttaka í øllum altjóða kappingum á jøvnum føti við onnur lond, eisini í Eurovision Song Contest.

- Tað er ikki Mentamálaráðið, sum beinleiðis kann taka málið upp, tí tað eru sum nevnt kringvarpsstøðir, sum eru limir. Tí er neyðugt, at Kringvarp Føroyar, sum er okkara public service-kringvarpsstøð, søkir um “aktivan” limaskap av nýggjum, um tað skal eydnast okkum at luttaka í ESC.

§52a fyrispurningurin og svarið kann lesast við at trýsta á her.