(Tingvarpið)

Bjørt Samuelsen: - Tilfeingið og milliónirnar fóru til tey sum høvdu

Sverri Egholm

12.12.2017 - 14:40

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Undir triðju og seinastu viðgerð av fiskivinnunýskipanini, sum í dag er í løgtinginum, hevur veruligt orðaskifti tikið seg upp um økiskvoturnar ella menningarkvoturnar, sum tað eisini verður nevnt.

Andstøðulimirnir finnast hvassliga at hesum, og gera vart við at Norðoyggjar og Eysturoy ikki sleppa upp í part. Tað hóvaði ikki Bjørt Samuelsen, forkvinnu í vinnunevndini og tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

- Tosa um politiska útluting, útveljan ella fráveljan. Er tað nakar landsstýrismaður í fiskivinnumálum sum hevur valt ein part av fiskivinnuni frá í Føroyum, so er tað Jacob Vestergaard, segði hon.

- Tá tilfeingið vaks so nógv, sum tað gjørdi fyri nøkrum árum síðani og Jacob Vestergaard sat við valdið. Hann lat ikki tann partin av flotanum, sum var ringast fyri og hevði mest tørv á at fáa, hann lat ikki tann partin fáa.

- Alt tað stóra tilfeingið og milliónirnar fóru til tey sum høvdu, segði Bjørt Samuelsen.