(DR TV)

Blachman um Olivur: - Halt kjaft, tú ert góður

Sverri Egholm

19.01.2018 - 20:22

Mentan > Mentan > Tónleikur

Olivur Bech Andreasen slapp í kvøld at royna seg í sonevndu Five Chair Challenge í X Factor. Og tað gekk sum eftir ánni.

28 ára gamli føroyingurin, sum nú býr í Danmark sang country, og tað dámdu áhoyrarunum og ikki minst dómarunum.

- Halt kjaft, tú ert góður. Stól, nú, rópti Thomas Blachman.

Remee, sum hevur tey yvir 23 undir hond, var eisini væl nøgdur við framførsluna. Hann gav “ársins føroyingi”, sum hann orðaði seg, ein stól og Oliver sang seg sostatt víðari til næsta umfar.

Tveir aðrir føroyingar eru við í X Factor. Sigmund Tróndheim og Jóan Jákup H. Benjaminsen eru báðir í bólkinum undir 23 ár, sum Sanne Salomonsen hevur undir hond. Teir verða helst við í sendingini næsta fríggjadag.

Síggj alla sendingina frá í kvøld her