(Mynd: DR)

Blachman umhugsar at gevast

Høgni Midjord

04.02.2018 - 21:46

Mentan >

Eyðkendi, beinharði, og undirhaldandi sjónvarpsverturin, Thomas Blachman, ið er kendur frá sendingini X Factor, umhugsar støðu sína í sendingini, og tað er óvist um hann framyvir verður at síggja sum dómari.

Hann verður mettur sum ímyndin av sjálvum X Factor, men nú, tá ið sendingin flytur frá DR til TV2, er tað ikki sikkurt, at Blachman er við.

- Eg skilji for fanin ikki, hví sendingin skuldi takast av DR. Tað kann eg als ikki skilja, sigur 54 ára gamli Blachman, og heldur fram:

- Ongin hevur nakrantíð givið mær eina frágreiðing, um hví tað fer at vera so. Tað undrar meg. Eg føli meg knýttan at DR. Kanska eg burdi steðga við at framleiða sjónvarp? Eg umhugsi allar møguleikar, ljóðar tað frá Blachman, tá ið hann tosar um framtíð sína.

Thomas Blachman hevur leverað undirhald til hyggjararnar í øll árini, har X Factor er víst, tó ikki í 2010.

- Tað skal sku vera gott, um eg yvirhøvur fari at umhugsa tað. Eg veit ikki, um eg skal við til TV2. Beint nú hála øll í meg, og tað er sjálvandi altíð gott. Men hvat fanin er tað í veruleikanum, ið tey vilja hava frá mær? Eg skal finna útav, hvat tað eg sjálvur havi hug til, sigur fyrrverandi Grammy-vinnarin at enda.