(Mynd: Hjalmar Jóhan Juul)

Black Watch heldur ólavsøku í Runavík

Ingi Samuelsen

29.07.2014 - 18:00

Tíðindi >

Stásiliga ferðamannaskipið Black Watch hjá Fred Olsen Cruise Lines kom fyrrapartin á Runavík at liggja við gott 700 ferðafólkum

Talan er um ferðafólk úr so at siga øllum heiminum, tey flestu eru tó bretar, verður upplýst av havnarskrivstovuni í Runavík.

Black Watch kom fyrrapartin og fer víðari klokkan hálvgun sjey í kvøld. Ferðafólkini brúka dagin tila t fara bussferðir kring oyggjarnar, meðan onnur njóta ólavsøkuna í Runavík, har nakrir av handlunum hava opið, eftirsum býurin hevur fingið hesa serligu vitjan

Black Watch er ein eldri skúta, bygd í 1972. Hon hevur fyrr havt nøvnini Westward og Star Odyssey.

Myndirnar av Black Watch hevur Hjalmar Jóhan Juul tikið