Barbara Holm, blaðstjóri á Sosialinum (Skíggjamynd: Kvf)

Blaðstjóri á Sosialinum: Vit hava 100 prosent dokumentatión fyri hesum

Sverri Egholm

26.02.2018 - 21:05

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Bjarni Hammer verður í Sosialinum í dag lagdur undir at handfara hassj. Hann skal hava sagt við unga kvinnu, at hann kundi skaffa henni hassj.

- Tað sum stendur í Sosialinum í dag hava vit 100 prosent dokumentatión fyri. so tað nýtist tú ikki at ivast í um tað passar ella ikki, tað ger tað, segði Barbara Holm, blaðstjóri á Sosialinum, í Degi & viku í kvøld.

Júst hvat hon meinar við tá hon sigur, at tey hava 100 prosent dokumentatión, tí blaðstjórin vil ikki siga júst hvørja dokumentatión ella keldur Sosialurin hevur.

Eftir at hava gravað í málinum í fleiri mánaðir, handaði Sosialurin løgregluni málið í januar mánað.

- Tú gert akkurát sum tú vilt, hvat tú trýrt uppá ella ikki. Tað sum eg haldi er meira áhugavert í hesum her, er hvussu ber tað til, at Bjarni Hammer sum er løglingsmaður, løgreglumaður og kommunustýrislimur handfer hassj, segði Barbara Holm, sum annars ikki vil siga nakað um keldurnar.

Bjarni Hammer vísir aftur, at hann hevur selt ella skal hava roynt at selt nøkrum rúsevni.

Les eisini: Løgmaður ørkymlaður av málinum um Bjarna Hammer

Les eisini: Bjarni Hammer segði seg kunna skaffa hassj til unga kvinnu

Les eisini: Bjarni Hammer: - Danska løgreglan avhoyrdi meg