(Mynd: EPA)

Blair: Bretar eiga at sleppa at broyta meining

Ingi Samuelsen

17.02.2017 - 17:03

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Bretar eiga at fáa møguleika fyri at broyta meining um brexit. Tað heldur fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair.

Í eini røðu í dag heitti 63 ára gamli politikarin á ES-viðhaldsfólk í Bretlandi at ”verja tað, tey trúgva uppá”.

- Fólk atkvøddu uttan kunnleika til veruligu avleiðingarnar av Brexit. Nú, tá treytirnar koma fram, hava tey rætt til at broyta meining, heldur Blair sambært The Guardian.

Hann heldur, at fólk fingu villeiðandi upplýsingar undan fólkaatkvøðuni 23. juni í fjør. Tey, sum kravdu at Bretland limar seg úr ES vunnu ein tepran sigur, og stutt eftir fór David Cameron frá sum forsætisráðharri.

Núverandi forsætismálaráðharri, Teresa May, øtast inn á hugburðin hjá Tony Blair, sum hon kallar fyri at nokta fyri at ”fremja fólksins vilja”.

Teresa May hevur baksast við at grøða sárini eftir fólkaatkvøðuna, sum spjaddi bæði fólkið og politisku flokkarnar í Stórabretlandi. Núverandi formaður Labours, Jeremy Corbyn, hevor lovað ikki at standa í vegin fyri einum skilnaði.