(Mynd: tv2.no)

Bland kom í reagensgløsini

Ingi Samuelsen

22.07.2015 - 16:45

Tíðindi > Uttanlands > Annað

19 ára gamli danin Marcus Vestergaard Pedersen er nú farin at leita eftir mammu síni, nú hann hevur fingið vissu fyri, at kvinnan, sum føddi hann, ikki er veruliga mamma hansara.

Drongurin hevur altíð havt illgruna um, at hann er øðrvísi enn hini í familjuni, tí hann er myrkur í einari familju, har so at siga øll eru ljóshærd.

Marcus varð í 1996 ”gjørdur” við eftirgjørdum gitnaði. Men klinikkin, sum skuldi standa fyri hesum, kom at blanda eggini soleiðis, at eitt egg frá aðrari kvinnu varð sett upp mammuna.

Foreldrini høvdu eisini illgruna um, at okkurt ikki var sum tað skuldi, og longu tá Marcus var trý ára gamal, fingu tey vissu fyri hesum. Ein DNA-roynd vísti, at móðurgenini hjá Marcusi eru av iranskum uppruna.

Ikki fyrr enn 10 ár seinni valdu tey at fortelja dronginum um hetta. Nú roynir 19 ára gamli Marcus frá Randers so at finna sína biologisku móðir.

Hann veit bara, at kvinnan kom úr Iran, vitjaði klinikkina saman við eini systir, ið var búsitandi í Noregi, og at biologiski pápin er ein anonymur danskur sáðgevi.

Umvegis TV2 í Noregi roynir hann nú at finna fram til mammuna. Ein samrøða við Marcus og mammu hansara sæst her.