Blóðmáni. Mynd: EPA

Blóðmáni mánamorgunin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

25.09.2015 - 10:40

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Náttúra

Um tú ert heilt tíðliga á fótum mánamorgunin, so kanst tú vera so mikið heppin at síggja eina óvanliga vakra náttúrusjón, tí tá verður full mánamyrking.

Ein full mánamyrking hendir, tá ið ringrásin hjá jørðini og mánanum eru soleiðis, at jørðin leggur seg mitt ímillum sólina og mánan, soleiðis at hon skuggar fyri ljósinum.

Tað serliga við tílíkari mánamyrking er, at mánin verður reyður, og verður fyribrigdið tí á enskum kallað blood moon - blóðmáni.

Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at mánin skal litast reyður, tá tað er mánamyrking. Mánin lýsir jú ikki av sær sjálvum, men sendir aftur ljósið, ið kemur frá sólini. Og tá jørðin skuggar fyri ljósinum, so skuldi ein trúð, at mánin fór bara at vera kolasvartur.

Men tað er soleiðis, at atmosferan hjá jørðini bendir partar av ljósinum runt um jørðina, soleiðis at teir røkka mánanum hóast alt, og tað er bert reyðu og appelsingulu litirnir í spektruminum, ið megna at koma gjøgnum atmosferuna og soleiðis inn í skuggan har mánin er. Tí fær mánin eitt reyðligt sker.

Sambært Kringvarpinum byrjar mánamyrkinging um 02:07. Full mánamyrking er frá 03:11 til 04:23, tá hon fer at minka aftur til klokkan 05:27, tá hon er liðug.

So er bert at vóna, at tað verður klárt í veðrinum, tí annars sæst einki.

Næstu ferð full mánamyrking verður at síggja í Føroyum er 20. januar 2019.