Blokkurin fastfrystur: Stórsigur fyri hóvlig sjálvstýrisfólk



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

07.10.2016 - 08:35

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Danski fíggjarmálaráðharrin, Claus Hjort Frederiksen, bað í gjár Fólkatingið áseta heildarveitingina til Føroya árini 2016-2019 til at vera fastfrysta á 641,8 milliónir krónur. Hetta er sambært semju, sum Claus Hjort Frederiksen og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, gjørdu í apríl í ár.

Hetta veit Kringvarpið at siga í morgun.

Blokkurin, sum verður latin sambært lóg frá 1993, varð í 2002, undir fullveldissamgonguni, minkaður við fleiri enn 300 milliónum krónum og varð hareftir fastfrystur undir trimum landsstýrum, fyrst undir A-E-D-H samgonguni og síðan undir ABC I og ABC II samgongunum.

CHE samgongan ætlaði at minka blokkin við gott og væl 100 milliónum krónum, men náddi tó ikki at fremja hetta í verki, tí áðrenn ein visti av, varð hon slitin, og eftir hetta tók ABC II við valdinum í trý ár ella so.

Undir BAH samgonguni frá 2011-2015 varð blokkurin aftur tiðnaður, so at hann fór frá at vera 615,9 milliónir krónur í 2011 til at vera 641,8 milliónir krónur í 2015.

Men nú verður so blokkurin enn einaferð frystur, og má hetta metast sum ein stórsigur fyri hóvlig sjálvstýrisfólk. Búskapurin veksur jú, sum kunnugt, í hvørjum, og er hann eisini voksin nógv hesi síðstu tjúgu árini, og so hvørt blokkurin stendur í stað, gerst hann ein alsamt minni partur av búskapinum. Síðstu tjúgu árini er harvið blokkurin vorðin ein nógv minni partur av føroyska búskapinum - um enn ikki av fíggjarlógini.