Shades of Blue

BluesPerlan: Blues á høgum støði í Reinsarínum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

04.04.2017 - 13:38

Mentan > Mentan > Konsertir

Bluestónleikur er blivin alt sjónligari í Føroyum tey seinastu árini, og fleiri eru bólkarnir sum bjóða seg fram við hesum tónleikaslagi.

Bluestónleikurin er sprottin frá littu fólkunum í suðurstatunum í USA seinast í 1800-talinum, og hevur hesin tónleikur síðani ment seg og fylgt við tónleikarliga tíðarandanum. Men tey upprunaligu eyðkennini við blues eru enn altíð ein týðandi partur og verða sett í hásæti av einum og hvørjum tónleikara sum tekur blues’in í álvara.

Og tað gera øll tey í framføra BluesPerluni 2017 á Reinsaríinum, leygarkvøldið.

Hetta er fjórðu ferð at BluesPerlan fer av bakkastokki, og við Froðbiar Sóknar Bluesorkestur eru lunnarnir lagdir undir eitt gott og livandi kvøld, og leggja vit Una Debess Duo við Rógva á Rógva avtrat eru vit longu væl fyri.

Tey dugnaligu ungu í Bluesette koma við sinum frísku tulkingum og løgum og Eddie & The Bulldogs seta skjøtil á kvøldið við Edvard Nyholm Debess á odda, her við einari perlurekkju av tónleikarum aftan fyri seg.

Høvuðsnavnið á BluesPerluni í ár eru Shades of Blue úr Danmark. Hesin bólkur hevur í nú skjótt 30 ár verið heilt í front í donskum bluestónleiki og við sangaranum James Loveless og guitarsnillinginum Uffe Steen hava vit vissu fyri einari hugtakandi og lívligari framførslu.