Boðin í føðingardagshald hjá Margrethu Drotning

Tíðindaskriv

05.04.2015 - 20:51

Tíðindi >

Í sambandi við at drotningin verður 75 ár, er Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og formaður í Føroya Kommunufelag, saman við konuni Hjørdis boðin til føðingardagshald í Musikkhúsinum í Aarhus mikukvøldið 8. apríl.

Í sambandi við at Margretha Drotning í ár verður 75 ár, verður stórt hátíðarhald í Musikkhúsinum í Aarhus mikukvøldið 8. apríl.

Á skránni fyri hátíðarhaldið er bæði tónleikur, sangur, dansur og annað undirhald. Millum innsløgini eru Anne Linnet, Rasmus Seebach, amerikumaðurin Josh Groban og dansarar frá kongaligu ballettini. TV 2, sum eisini er við til at fyriskipa tiltakið, fer at senda beinleiðis frá øllum føðingardagshaldinum í Musikkhúsinum hetta kvøldið. Sjónleikarin Nikolaj Lie Kaas verður frásøgumaður.

Aftan á framførslurnar, er Drotningin vertur fyri einum døgurða, sum eisini verður í Musikkhúsinum. Øll kongafamiljan er umboðað, og innbodnu gestirnir koma bæði úr Danmark og úr útlondum.

Tað er sum formaður í Føroya Kommunufelag og borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, at kongshúsið hevur boðið Heðini Mortensen og konuni Hjørdis til føðingardagshaldið.