Mynd: Jens Kr. Vang

Bogi Andreasen á ting



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Hallur av Rana

05.11.2014 - 17:43

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Bogi Andreasen, ið vanliga er býráðslimur í Tórshavnar kommunu, tók í gjár sæti á tingi fyri Bjarna Djurholm, sum er í farloyvi.

Bogi Andreasen er fyrsti varalimur hjá Fólkaflokkinum í løgtinginum. Til løgtingsvalið í 2011 fekk Bogi 167 atkvøður og varð nummar 12 á lista A.

Bogi hevur fastan sess í Tórshavnar kommunu, har hann fyrsti ferð var valdur inn fyri Tjóðveldi í 2008. Hann skifti tó yvir til Fólkaflokkin í 2011 og varð afturvaldur á teirra lista við 259 atkvøðum til kommunuvalið í 2012.

Hetta er fimtu ferð at Bogi Andreasen tekur sæti á tingi síðani løgtingsvalið í 2011.