Bók um “Stellurnar” verður løgd fram í “Stelluhúsinum”



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

06.12.2017 - 16:04

Mentan > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Í kvøld kemur ein nýggj bók á marknaðin. Talan er um bókina ”Teir tóku kjansin – søgan um “Stellurnar”, ið klaksvíkingurin, Birgir Waag Høgnesen hevur skrivað.

Bókin er um virksemi hjá kenda vinnulívsmanninhum og íbyrtaranum, Erling Laksafoss, sum var reiðari í kenda reiðaríinum P/F Stella í Klaksvík.

Longu sum heilt ungur gjørdi Erling um seg í vinnulívinum. Við sínum sermerkta máta at føra seg fram og við árræði sum fáur náddi hann langt.

Tað kemst ikki uttan um, at Erling mangan setti politisku skipanini grá hár í høvdið og ikki minst løgtinslimunum úr Norðoyggjum í samband við sínar ætlanir. Hann hevði nógvar ætlanir í høvdinum, tá hann legði hetta fram, so hildu fólk hetta var ørvitistos, men tað lat hann ikki við seg koma. Eftirtíðin hevur víst, at hann var ofta á rættari leið.

Seinast í 50”unum vóru nógvar ætlanir og fyrst í 60”unum komu so trý línuskip, harav eitt var línu-frystiskip.

Bókin fylgir í høvusheitum Erlingi og felagnum P/F Stella, men í grundini er bókin um stellutrolararnar, sum komu í 1968 og 1969. Trolararnir vóru teir fyrstu hekkutrolararnir, ið vóru bygdir til føroyingar.

Í bókini eru samrøður við fólk sum stóðu Erlingi nær, og við fleiri sjómenn sum silgdu við stellutrolarum frá 1968 og fram til 1973, tá trolararnir blivu seldir til Akureyrar.

Samrøður eru gjørdar við íslenskar menn, sum vóru í Klaksvík eftir stellunum í 1973. Bókin fylgir við fleiri av projektunum hjá Erlingi, og kannar eftir hvar trolararnir eru í dag. Bókin er stívliga 220 síður. Forlagið á Breyt gevur út.

Bókaframløgan er í “Stelluhúsinum”, nú býráðshús í Klaksvík.