Heðin M. Klein

Bókasøvnini í Sunda Kommunu fara á ferð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

15.05.2018 - 09:53

Mentan > List > Bókmentir

Sum nakað nýtt fara Hvalvíkar og Sunda bókasavn at skipa fyri einum felags tiltaki - einari áhugaverdari kvøldsetu, sum hevur fingið heitið “Bókasøvnini á ferð".

Ætlanin er, at bókasøvnini fara runt til bygdirnar í kommununi við tiltøkum, og byrjað verður í ár við kvøldsetu við Gjógv.

Kvøldsetan verður í Bygdarhúsinum við Gjógv hóskvøldið 17. mai kl. 19:00-21:00.

Heðin M. Klein, yrkjari, verður gestur og fer at lesa yrkingar upp, og Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð fer at hava samrøðu við Heðin um lív hansara sum listamaður.

Ester Kristiansen kemur eisini at spæla nøkur løg. 

Aftaná verður drekkamunnur og møguleiki at síggja eitt sindur av tí, sum bókasøvnini hava at bjóða.

Øll eru vælkomin.

Bókasøvnini í Sunda Kommunu