Bókmentaráðstevnan Út í heim



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

10.01.2018 - 19:54

Mentan > List > Bókmentir

Fríggjadagin 23. februar 2018 verður sjóneyka sett á sølu av føroyskum bókum til útlond, tá ið Rithøvundafelagið og FarLit í samstarvi skipa fyri bókmentaráðstevnu undir heitinum ”Út í heim”.

Ráðstevnan vendir sær til rithøvundar, forlagsfólk og øll, ið hava áhuga í at fáa føroyskar bókmentir út í heim.

Hvat kann eg sjálv/ur gera?
Byrjað verður við verkstovu, har luttakararnir fáa íblástur til, hvat ein sjálvur kann gera fyri at marknaðarføra seg sum rithøvund á sosialu miðlunum.

Út í heim - hvussu?
Seinnapartin verður ráðstevna um sølu av rættindum, herundir samstarv við agent, sáttmáli við útlendsk forløg, krøv og ynskir hjá útlendskum forlagi við meira.

Át og prát
Um kvøldið verður døgurði og Rit-salón fyri luttakarunum hjá Katrinu Christiansen.

Verkstovu og framløgur
• Abelone Glahn, rithøvundur og samskiftisfólk
• Monica Gram, agentur á Copenhagen Literary Agency,
• Hólmfríður Matthíasdóttir, stjóri á Forlagið og
• Niels Jákup Thomsen, stjóri á BFL.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Rit. Freistin er 9. februar.