Longu á fyrsta leikdegnum er stórdystur, tá Juventus vitjar í Barcelona. Juventus gjørdi av við katelónska liðið í kvartfinaluni í fjør. (Mynd: EPA)

Bólkaspælið í gongd í kvøld

Agnar Frederiksen

12.09.2017 - 14:31

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyrstu dystirnir í bólkaspælinum í Champions League verða leiktir í kvøld. 

Tann mest spennandi dysturin er á Nou Camp, har Barcelona tekur ímóti Juventus. Tað var Juventus, ið sló Barcelona út út kvartfinaluni í fjør. Italska meistaraliðið kom í finaluna, men tapti 4-1 ímóti Real Madrid.

Í bólki C hittast Roma og Atletico Madrid á olympiska leikvøllinum í Rom, og so er United aftur í eldinum í Champions League eftir at hava leikt í Europa League í fjør.

Her er eitt yvirlit yvir dystirnar, ið allir byrja kl.19.45:


Bólkur A

Benfica  - CSKA Moscow

Manchester United - FC Basel


Bòlkur B

Bayern Munchen - Anderlecht

Celtic - PSG


Bólkur C

Chelsea - Qarabag FK

Roma - Atletico Madrid


Bólkur D

Barcelona - Juventus

Olympiakos FC - Sporting Lissabon