Mynd: EPA

Bond nummar 25 í 2019



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

25.07.2017 - 17:51

Mentan > List > Filmslist

Framleiðararnir handan James Bond filmsrøðina vátta nú fyri BBC, at 25. Bond filmurin verður klárur 8. november í 2019.

Filmurin hevur ikki fingið nakað heiti, og enn er ikki almannakunngjørt, hvør skal spæla agent 007, men tað er longu greitt, at tað verða Neal Purvis og Robert Wade, ið skulu skriva leikritið. Báðir tveir hava tikið lut í undanfarnu seks filmunum.

Daniel Craig hevur spælt James Bond í seinastu fýra filmunum, men eftir at Spectre kom út í 2015, vóru ivamál, um Craig skuldi halda áfram. New York Times vil tó vera við, at Daniel Craig er sinnaður at spæla í nýggja filminum eisini.

Áður hevur verið á lofti, at Idris Elba skuldi taka yvir leiklutin sum heimsins mest forførandi njósnari.

Sambært BBC verður tað eisini Barbara Broccoli, ið fer at framleiða 25. James Bond filmin. Barbara Broccoli hevur framleitt seinastu átta Bond filmarnar, og hon er dóttir Albert Broccoli, ið av fyrstani tíð fór undir at gera Bond filmar.