Bonderøven til heystfagnað í Føroyum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

05.09.2017 - 07:34

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Bygdasligasta danin í kongaríkinum fer í ár at luttaka á Heystfagnaðinum á Eiði dagarnar 14. og 15. oktober.

Frank Erichsen, sum er kendur undir navninum ’Bonderøven’, hevur hittað í donskum og føroyskum sjónvarpi seinastu tíggju árini við sendingini ’Bonderøven’. Sendingin snýr seg í stuttum um lívið á garði hansara, Kastanjugarðinum, har hann, konan og børnini búleikast.

Arbeiðsbólkurin á Heystfagnaðinum setti seg í samband við Frank Erichsen fyri einum góðum ári síðani, og hevur hetta nú givið úrslit.

Frank kemur til at luttaka leygardagin 14. oktober, við fletting og ymiskum øðrum, somuleiðis kemur hann at hava ein fyrilestur sunnudagin 15. oktober.

Heystfagnaðarbólkurin sigur í viðmerking:

- Vit eru ótrúliga glað fyri at vit hava fingið Frank at luttaka í ár, hetta fer heilt víst at seta ein serligan dám á tiltakið.

Heystfagnaður hevur verið á Eiði seinastu fýra árini, og er tiltakið blivið eitt av stóru tiltøkunum í Føroyum. Talan er í stuttum um eitt tiltak, sum fagnar heystinum við tiltøkum sum hoyra heystinum til.