Mynd: Jens Kr. Vang

Bónus í Hoyvík letur uppaftur hósdagin 29. desember

Jens Hákun Leo

27.12.2016 - 14:55

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Eldsbruni

Bónus í Hoyvík letur uppaftur hósdagin 29. desembur kl. 9.

Hetta boðar SMS frá í tíðindaskrivi til Portalin.

Tað var tann 6. desembur um kvøldið, at eldur kom í Bónus í Hoyvík, sum fekk stóran skaða.

Niels Mortensen, stjóri í SMS, sum eigur Bónushandlarnar, segði tann 7. desember við Portalin, at tað ikki var nakar møguleiki fyri, at Bónus í Hoyvík fór at lata uppaftur fyri jól, og at tað mest sannlíka var, at handilin fór at lata uppaftur einaferð í januar.

Men nú letur hann so uppaftur í ovurmorgin kl. 9.

Spurdur um, hvussu stórur skaðin var í oyrum og krónum, segði Niels Mortensen tann 7. desember við Portalin, at tað tordi hann ikki at meta um, men at tað ikki var av leið at føra fram, at skaðin var í milliónaklassanum.