Ringt var at koyra, men Boom megnaði avbjóðingina og kom fyrstur á mál

Boom vann í ringum líkindum

Snorri Brend

09.07.2014 - 21:34

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Áðrenn súkklararnir løgdu út á 5. teinin í ársins Tour de France vistu teir, at hetta fór at gerast teimum ein roynd av teimum heilt stóru.

Dagsins teinur var eftir fleiri teinum við teim truplu brúgvasteinum. Tað kann vera nóg ringt í sjálvum sær at súkkla leingi eftir teimum.

Men tá tað haraftrat bæði var vindur og regn í økinum, gjørdist kappingin í dag rættiliga dramatisk á hálu steinunum, har fleiri súkklarar – og ein favorittur – máttu gevast á hálvari leið.

Hinvegin eydnaðist tað hálendska Lars Boom at koma fyrstur á mál, nøkur fá sekund frammanfyri danska Jakob Fuglsang og italiumannin Vincenzo Nibali.

Nibali var fegin um úrslitið, sum førir við sær at hann kann fara enn tryggari í ta gulu føraratroyggjuna, tá lagt verður til brots í morgin.