Borðtennis: Føroyar endaðu á sætta plássi

Ingi Samuelsen

30.06.2015 - 14:03

Ítróttur > Ítróttur > Borðtennis

Føroyska borðtennisliðið tapti tepurt í dag dystin um 5. og 6. plássið í borðtenniskappingini fyri lið.

Mótstøðan Jersey. Vertirnir høvdu als ikki ætlað sær at skula spæla um sekunderar plaseringar í dag, so tað var eitt uppsett lið, sum føroyingarnir møttu.

Men føroyingarnir vóru eisini uppsettir, góvu vertunum skarpan gang, og góvu seg ikki fyrr enn síðsta dyst, so úrslitið gjørdist 4-3 til Jersey.

Teir tríggir føroysku sigrarnir vóru einmansleiki kvinnur (Henrietta Nielsen), tvímansleiki kvinnur (Henrietta Nielsen og Durita Fríðadóttir Jensen) og einmansleiki menn (Fróði Fríðason Jensen).

Liðkappingin er nú av, og nú verður farið undir einstaklingakappingarnar.

Myndirnar eru frá dystinum har Fróði Fríðason Jensen vann 3-2 á Hugo Tupper.