Borðtennis: Føroyar ovast á pallinum

Ingi Samuelsen

30.06.2017 - 12:40

Ítróttur > Ítróttur > Borðtennis

Tað var ein ikki sørt rørandi løta, tá Merkið varð vundið og 'Tú alfagra land mítt' spældur í borðtennishøllini í Visby fyri løtu síðani.

Føroyingar hava ikki vunnið gull á oyggjaleikunum síðan í Hetlandi, tá einasta gullið til føroyskt borðtennis higartil varð vunnið.

Í dag vunnu Henrietta Nielsen og Durita Nielsen gull til Føroyar í tvímansleiki fyri kvinnur.