Rodmundur Nielsen, stjóri og eigari í XL-Byg Borg

Borg kosin ársins XL-Byg byggibúð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

12.01.2018 - 17:11

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Handil- og tænastuvinna

Ársins XL-BYG Byggibúð 2017 er júst kosin á einum stórum tiltaki í kendu byggiketuni. XL-BYG BORG í Føroyum fekk tann heiður at fáa heitið. Handilin bleiv heiðraður við einum kekki áljóðandi kr. 10.000 og einum flottum heiðursprógvi sum váttan uppá 1. plássið.

- Okkara dugnaligu og trúføstu starvsfólk hava gjøgnum árini arbeitt hart hvønn dag og gera tað við skili. Kjósanin til Ársins Byggibúð millum okkara nógvu dugnaligu starvsfelagar í XL-BYG ketuni vísur, at tað er eydnast, sigur stjóri og eigari í XL-BYG BORG, Rodmundur Nielsen.

Hvørt ár samlast eigararnir av størstu byggiketuni í Danmark og Føroyum, XL-BYG, og kjósa avíkavist ársins byggibúð og ársins handverkarabúð. Valið er grundað á nakrar mátingar av handlunum í ketuni, har góð kundatænasta, faklig ráðgeving og harafturat eitt kundavinarligt umhvørvi er partur av tíðandi parametrinum.

Sum prógv fyri tað flotta heitið, vil ein sýnislutur við einum gyltum hamara prýða handilin. Starvsfólkið verður eisini á ein hóskandi hátt fagnað.

- Heitið sum Ársins Byggibúð í XL-BYG ketuni er ein týdningarmikil viðurkenning til okkara dugnaligu starvsfólk, sum hvønn dag leggja nógva orku í handilin fyri at veita góða tænastu til allar okkara kundar í lokaløkinum og runt um í landinum, sigur Rodmundur Nielsen til síðst.