Mynd: Marjun Aagaard

Borgarafundur um eldin á Tvøroyri

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

22.06.2017 - 19:30

Tíðindi > Suðuroy - Tvøroyri

Tvøroyrar kommuna skipar mikudagin 28. juni fyri borgarafundi í skúlahøllini í Trongisvági. Hetta skrivar Tvøroyrar kommuna í tíðindaskrivi.

Fundurin verður um ógvusliga eldin á Varðanum Pelagic 9. juni í ár.

Umboð fyri Tvøroyrar kommunu, Varðan Pelagic, Suðuroyar Sjúkrahús, løgreglu, sløkkilið og aðrar myndugleikar vera við á fundinum.

Endamálið við fundinum er at tryggja at borgarar fáa kunning um hendingina og møguligar avleiðingar av henni. Møguleiki verður at seta spurningar til myndugleikar og fyritøkuna í sambandi við hendingina.