SMSið, sum Súni Anthoniussen fekk sendandi frá Klaksvíkar kommunu

Borgari: Klaksvíkar kommuna frátekur fólki tímar í hallunum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

25.02.2018 - 08:53

Mentan > Mentan > Frítíðarítriv

Klaksvíkar kommuna hevur samtykt at vátta ítróttarfeløgum fleiri innanduratímar í hallunum í kommununi. Ikki øll eru fegin um hetta, og Súni Anthoniussen er ein teirra.

Mann er ein glaður og miðalhampaður borgari í einari góðari kommunu, og mann grenjar sjálvdan um nakað. Men hesa ferð haldi eg, at kommunan er farin ov langt.

Fyri Súna, og mong við honum, merkir tað nevnliga, at fleiri tímar fella burtur hjá teimum, ið ikki eru beinleiðis skipað í eitt ítróttarfelag, og hetta harmar hann almikið. 

- Alt gott um tað, at ítróttarfeløgini hava góðar umstøður. Men vit hava tvær høllir, sum fýra ítróttarfeløg brúka. Er tað veruliga neyðugt at taka allar tímarnar frá 14 til 21 hvønn dag í vikuni? Vit áttu t.d. ein tíma fríggjadag kl 16:00, og so fingu vit at vita, at nú máttu Team Klaksvík mátti fáa tann tíman, So fingu vit ein annan kl 20:00, men nú hava vit eisini mist hann! 

Súni leggur afturat, at hann vónar, at tað verða fleiri, sum fara at vísa á sína ónøgd.

- Hetta er ikki meint sum eitt skot eftir ítróttarfeløgunum, tí boðini koma frá Klaksvíkar kommunu, og tí hopi eg, at tey fara at umhugsa støðuna av nýggjum - áðrenn tey velja at taka tímarnar frá nógvum borgarum, sum hava goldið nógvan pening og hava kanska sítt hæddarpunkt í vikuni júst henda eina tíman í KÍ-høllini/Badmintonhøllini.