Borgarstjórar hittast á Mentanardøgum




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

22.08.2017 - 09:14

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Í sambandi við komandi mentanardagarnir í Fuglafirði fara teir fýra borgarstjórarnir í landnyðrings Føroyum at hugleiða um felags stev, felags samleika og mentan.

Við yvirskriftini: Saman hvør sær; hugleiða borgarstjórarnir Tórbjørn Jacobsen, Sonni á Horni, Jógvan Skorheim og Jóhan Christiansen um framtíðarútlit og menning sæð út frá einum mentanarligum sjónarhorni.

Yvirskriftin ber eisini brá av tvítýdningi, tí hóast støði verður tikið í einum mentanarligum sjónarhorni, kann felags samleikin eisini finnast innan økini vitan og vinna.

Øllum kunnugt, hava júst landnyrðings Føroyar hópin av altjóða virkjum, sum bjóða av í heimshøpi, og nærum øll rávøran, ið árliga kemur upp á land í Føroyum, er úr økinum.

Vitan, vinna og mentan, hvør sær trý økir, men um vit samla økini og leggja áherðslu á at finna felags stev, hvat megna vit tá?

So hóast teir fýra eru borgarstjórar í hvør sínum øki, hvat megna teir so saman, vinnu, vitan og mentan at frama?

Setanin av Mentanardøgunum verður hóskvøldið 31. august kl. 18 við Mentanarhúsið í Fuglafirði. Mentanardagarnir halda fram til 3. september.