Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Borgarstjórin gav sær sjálvum heimild at sita í báðum sessum

Sverri Egholm

22.01.2018 - 22:34

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Vanliga fara borgarstjórar av fundi, tá mál, sum teir sjálvir eru partur av koma til viðgerðar, tí annars eru teir ógegnigir.

Men soleiðis var ikki, tá býráðið á Tvøroyri tann 13. februar 2017 atkvøddi um Kristin Michelsen skuldi fáa heimind at vera borgarsjóri og tingmaður samstundis.

Í skjali sum Kringvarpið hevur fingið hendir á, stendur at Kristin Michelsen var í millum tey fýra, sum tóku undir við, at hann slapp at røkja borgarstjórastarvið og vera í tinginum.

Í Klaksvíkar kommunu og í Vestmanna kommunu hava býráðini hava tikið støðu til sama spurning, eru borgarstjórarnir í báðum førunum farnir av fundinum.

Síggj innslagið her