Savnsmynd: Jens Kr. Vang

- Við Norðoyastevnuni byrjar føroyska summarið

Heidi Karolina Midjord

26.05.2017 - 17:16

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

- Við Norðoyastevnuni byrjar eisini hitt føroyska summarið.

Soleiðis sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sum gleðir seg nógv til hesa stevnu, ið er hin fyrsta í árinum. Hann lýsir Norðoyarstevnuna sum avslappandi og friðarliga har tað er møguligt at njóta øll tey ymisku tiltøkini, og okkurt er til øll.

Jógvan væntar at nógv fólk koma, bæði á gátt, og eisini til sjálva stevnuna, har nógv fólk savnast til m.a. kappróður, skrúðgongu og framsýningar.

- Norðoyastevnan er ein næstan aldargamal siður, sum mennist hvørt ár. Soleiðis er stevnan ein samanrenning ímillum siðvenju og nýhugsan. Sumt er, sum tað altíð hevur verið, sigur borgarstjórin.

- Skrúðgongan við hornorkestrinum, kappróðurin og midnáttarsangurin eru øll siðbundin tiltøk. Tey eru har, sum tey eiga at vera - í stevnuhjartanum. Men samstundis leggjast eisini nýggj tiltøk og nýggjar siðvenjur afturat.

Norðoyarstevnan 2017 verður sett í kvøld klokkan 19, og heldur áfram alt vikuskiftið.