Ross Barkley skrivar undir sáttmála við Chelsea (Mynd: TeamTalk)

Borgarstjórin í Liverpool vil hava løgregluna at kanna Chelsea keyp

Ari av Rana

10.01.2018 - 15:53

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Chelsea hevur júst keypt Everton leikaran Ross Barkley fyri 15 mió. pund, men nú vil borgarstjórin í Liverpool hava løgregluna at kanna keypið.

Borgarstjórin, Joe Anderson, hevur skrivar til Merseysode Police í Liverpool, enska fótbóltssambandið og Premier League, har hann undrast á at virði á Ross Barkley fall við 20 mió. pund eftir bert 4 mánaðum.

Borgarstjórin, sum er Everton fjeppari, heldur tað verða undrunarvert, at Chelsea gjørdist samt við Everton at gjalda 35 mió. pund fyri leikaran í august, áðrenn leikarin valdi at verða verandi. Síðani tá hevur Ross Barkley ikki spælt ein einasta minutt fyri Everton.

Anderson heldur, at hetta í besta føri er ein ómetaliga vánaliga avtala fyri Everton. Men í ringasta føri er hetta ein væl umhugsa roynd at minka um virði av leikaranum, so at hetta er til fyrimun fyri leikaran, hansara umboðsmann og keypandi felagið, skrivar TeamTalk.

Løgreglan í Liverpool váttar, at tey hava fingið skrivi frá Anderson, og at løgreglan umhugsar at kanna málið.