Jógvan Skorheim (Mynd: Klaksvik.fo)

Borgarstjórin og sjúkrahússtjórin kunna um heilsuheildarætlanina

Niels Petersen

13.10.2016 - 21:00

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Heilsuverk (fyristingarligt)

Í februar mánað tók Klaksvíkar býráð stig til at lata gera ein heildarheilsuætlan fyri norðurøkið, og síðani februar mánað hava leiðsluumboð fyri Klaksvíkar kommunu, Norðoya Bú- og Heimatænatsu og Klaksvíkar Sjúkrahús arbeitt við ætlanini.

Úrslitið av hesum arbeiði hevur fingið heitið “Heildarætlan fyri heilsutænastur í Norðurøkinum”. Klaksvíkar býráð samtykti á fundi mánadagin í farnu viku einmælt at taka undir við heildarætlanini.

Avvarðandi landsstýriskvinnur – Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Eyðgunn J. Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum – eru kunnaðar um ætlanina, eins og samskifti hevur verið við Heilsutrygd.

Nú skipa partarnir í felag fyri kunningarfundum um ætlanina, har lagt verður upp til 10 átøk at skipa heilsuøkið í norðurøkinum sum eina heild, har tú kanst siga, at snúningsásin verður Klaksvíkar Sjúkrahús. Talan verður í hesum sambandi um til- og umbyggingar av ymiskum slagi fyri einar 15 milliónir.

Heri Ellingsgaard, sjúkrahússtjóri, er ógvuliga fegin um hesa heildarætlanina, tí hann er sannførdur um, at hetta fer at gera allar partar sterkari, og fer at geva eina smidligari og betur samskipaða tænastu til brúkaran.

Les meira um ætlanina á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu her.