Mynd: Bjartur Vest

Borgarstjórin vil hava serlóg so Varðin kann leiga móttøkuskip

Sverri Egholm

13.06.2017 - 22:01

Tíðindi >

Verður einki gjørt frá landsmyndugleikunum, so má Tvøroyrar kommuna endurskoða sína fíggjarætlan.

Tað segði Kristin Michelsen við Dag & viku í kvøld. Hann vil hava virksemið aftur á Tvøroyri sum skjótast, eftir stóra eldin í Varðan Pelagic fríggjadagin. Annars fer tað at merkjast alvorliga í kommunukassanum, tí Varðin Pelagic hevur verið eitt stórt íkast.

Borgarstjórin, sum eisini er tingmaður, vil hava løgtingið at gera eina serlóg fyri Varðan, so reiðaríið kann leiga eitt móttøku skip, at taka ímóti fiskinum í summar. Hetta fyri at varðveita arbeiðsplássini í oynni.

Um tað ikki letur seg gera við móttøkuskipi, má man inn Arbeiðsloysiskipanini, so hesi fólkini verða dekkaði við einari størri upphædd. Annars flyta tey av oynni, vil borgarstjórin vera við.