Savnsmynd (Mynd: Teitur Samuelsen)

Boriarbeiðið avmarkað næstu vikuna

Sverri Egholm

22.05.2018 - 10:27

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Byggivinna

Í síðstu viku vóru sprongdir 87 metrar í Eysturoyartunlinum.

Á Hvítanesi verður framvegis arbeitt við trygging av eini sokallaðari gongd, við leysari tilfarið. Harumframt verður vegabreyt gjørd í tunlinum, so boriarbeiðið verður eisini avmarkað næstu vikuna.

Tað sigur P/F Eystur- og Sandoyartunlar í støðulýsing fyri Eysturoyartunnilin hesa vikuna.

Í síðstu viku vóru 6 metrar boraðir. Tilsamans eru nú sprongdir 2.581 metrar á Hvítanesi.

Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vórðu sprongdir 48 metrar. Har eru tilsamans sprongdir 682 metrar.

Móti Rókini vórðu sprongdir 33 metrar. Har eru tilsamans sprongdir 479 metrar.

Til samans eru nú sprongdir 5.367 metrar, av tilsamans 11.250 metrum.