Heimasíðan hjá Viewpoint Seafarm, áðrenn hon bleiv tikin aftur.

Boripallur skal byggjast um til laksaaling



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

16.04.2017 - 14:51

Oljan >

Viewpoint Seafarm, ið er ein fyritøka sum norska laksafyritøkan Nova Sea eigur saman við teimum sum hava ment ætlanina, hevur sum mál at brúka ein gamlan boripall úr oljuvinnuni til at menna eitt nýtt slag av alistøðum. Fyritøkan hevur søkt um eitt menningarloyvi fra norsku myndugleikunum.

Sambært IntraFish hevur Viewpoint Seafarm søkt um at fáa 20 menningarloyvir, fyri at kunna menna ætlanina. Norska stjórnin hevur farnu árini gjørt nógv burturúr at lata royndarloyvir so vinnan kann menna nýggjar hættir at ala uppá.

Stjórin í Nova Sea, Odd Strøm, sigur í samrøðu við IntraFish at talan er um at byggja um ein boripall, men at tey enn ikki hava tikið støðu til hvat fyri slag av palli, annað enn at talan verður um ein flótandi pall. Umbyggingin kemur at kosta omanfyri 500 milliónir danskar krónur.

Sum skilst skal alipallurin hava alt av útgerð um borð sum ger tað møguligt at reka eina alistøð. Pallurin skal ikki leggjast á opið hav, men inn undir land, har vanligir aliringar ikki kunnu liggja, tí ov veðurbart er.