(Mynd: rossfo.blogspot.com)

Børn á ríðiskeiði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

22.03.2018 - 10:36

Ítróttur > Ítróttur > Ríðing

Fyrr í mánaðinum Føroya Ríðingafelag fyri ríðiskeiði fyri børn. Ríðilærarar vóru Gunrid Hansen og Nina Brockie.

12 børn í aldrinum 6 til 14 ár vóru við. Skeiðið varð skipað soleiðis, at yngru børnini riðu saman og tey eldru saman. Dentur varð lagdur á at stimbra ríðingina hjá tí einstaka barninum, men eisini at stuðla undir sambandið ímillum barn og ross. Hetta var eitt nú gjørt við ymiskum venjingum, har børnini skuldu biðja rossini ganga fram, steðga, upp í ferð og so niður aftur.

Í hvørjari venjing vóru smáspøl løgd inn í undivísingina til at styrkja um samanhaldið ímillum børnini. Tað kundi vera at ríða fram, heilsa uppá ein av hinum ryttarunum, geva”high five”.

Myndir og meira um tiltakið stendur at lesa á heimasíðuni hjá Føroya Ríðingarfelag