Børn kunnu nú læna leikur á Býarbókasavninum í Havn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

12.06.2018 - 14:27

Mentan > Mentan > Barna- og ungdómsmentan

Fríggjadagin 15. juni kl. 15 letur Føroya fyrsta leikasavn upp á Býarbókasavninum í Havn. Á Leikasavninum ber til at læna dygdargóðar leikur við líknandi treytum, sum tá tú lænir eina bók.

Nýggja Leikasavnið er partur av Grøna leiðin-átakinum, sum er sett í verk sambært umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, har greið mál eru sett um økta býtisnýtslu, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Ein arbeiðsbólkur hjá kommununi umboðandi Býarbókasavnið, Børn og Ung og Umhvørvisdeildina hevur arbeitt við verkætlanini. Dentur hevur verið lagdur á at keypa inn dygdarleikur, ið lúka ES krøvini til leikur til børn.

Tað er Náttúru- og umhvørvisnevndin hjá Tórshavnar kommunu, sum fíggjar leikasavnið, ið er eitt samstarv millum Býarbókasavnið og Umhvørvisdeildina.

Skráin fyri tiltakið fríggjadagin sæst á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.