Flaggdagsrenningin í Havn 2014 (Mynd: Absalon Hansen)

Børn orka eins væl og professionel ítróttafólk



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

26.04.2018 - 16:39

Ítróttur >

Børn orka at renna allan dagin. Tey verða als ikki troytt á sama hátt sum vaksin. Nýggj kanning vísir hví at so er.

Sambært kanningini, sum er almannakunngjørt í tíðarritinum Frontiers in Physiology, verða musklarnir hjá børnum ikki troyttir á sama hátt sum hjá vkasnum, og tey hava bert tørv á stuttum steðgi fyri at koma seg eftir sera kraftmiklari venjingin.

Sambært kanningini kunnu børn samanlíknast við vaksnum íðkarar í úthaldni.

Tríggir bólkar vórðu kannaðir. Ein bólkur av dreingjum frá 8-12 ára aldur, sum ikki vóru vanir við fysiska venjing, ein bólkur við 12 vaksnum, sum ikki vóru von at venja, og ein bólkur við 13 professionellum íðkarum.

Bólkarnir vandu úthaldni á súkklu, har hjartaslag, upptak av ilt og støði av mjólkarsýra var mált.

Dreingirnir kláraðu seg betri enn tey vaksnu í øllum kanningunum. Tey fingu andan aftur skjótari, og komu seg sum oftast skjótari eftir harða venjing enn teir professionellu íðkararnir. Hjá vaksnum kann tað taka 5 minuttir, meðan børn einans brúka 2-3 minuttir at koma fyri seg vísti kanningin.