Mynd: Norðlýsið

Botndystur í Klaksvík í kvøld

Agnar Frederiksen

12.10.2017 - 15:24

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Í kvøld tekur Stjørnan ímóti STÍF í KÍ-høllini. Talan er um tey einastu liðini, sum enn ikki hava fingið stig.

Stjørnan og STÍF hava leikt tríggjar dystir hvør. Unga STÍF-liðið hevur tapt allar dystirnar greitt. Stjørnan tapti við einum málið í fyrsta umfari ímóti Neistanum, men seinastu tveir dystirnar hava ávíkavist VÍF og VB vunnu stórt á Stjørnuni, ið hevur verið uttan skadda eykaleikaran, Tóru Eliasen. 

Eftir dystin í kvøld kemur eitt av hesum liðunum á talvuna, so lagt er upp til ein spennandi dyst.

Fyrsta bríksl í KÍ-høllini er kl.18.30