Peter Krogh skoraði sjey mál, men tað var ikki nóg mikið hjá hoyvíkingum, ið vórðu koppaðir av StÍF í Hoyvík í kvøld (Mynd: Jens Kr.Vang/Savnsmynd)

Botnliðini sigraðu í seinasta umfarinum

Agnar Frederiksen

14.04.2018 - 21:15

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Nú eru allir dystirnir í FTZ-deildini leiktir, og bara finalurnar eru eftir.

Í dag vóru tveir teir seinastu dystirnir á skránni, og talan gjørdist um tvey heldur yvirraskandi úrslit.

H71 endaði á fyrsta plássinum líkamikið hvat úrslitið gjørdist í dag, tá StÍF var á vitjan. Um tað hevur spælt inn ella ikki, skal ikki verða sagt, men hoyvíkingar megnaðu so ikki at koyra sigurin heim.

H71 var á odda 12-8 í hálvleikinum. Heimaliðið hevði eisini leiðsluna til smáir tíggju minuttir vóru eftir. Men tá tók útiliðið yvir, og StÍF skoraði sjey útav teimum seinastu tíggju málunum. Serliga var tað toppskjúttin hjá útiliðnum, Jóannes A. Prestá, ið var avgerandi. Hann skoraði fimm mál seinastu minuttirnar, og StÍF endar kappingarárið væl. Eins og VÍF hja kvinnum, so endaði H71 við einum ósigri undan finalunum.

Í Klaksvík var VÍF á vitjan. Setningurin hjá Team Klaksvík var greiður: Liðið skuldi hava stig fyri at sleppa av aftasta plássi. Eftir eina sera góða byrjan uppá kappingarárið, eru klaksvíkingar fullkomiliga steðgaðir upp. Í dag endaði Team Klaksvík við einum sigri. Tað var rættliga javnt allan vegin, men klaksvíkingar høvdu allatíðina líka munin, og avgjørdu dystin í seinasta minutti.


H71 - StÍF 21-23(12-8):

Toppskjúttar: Peter Krogh 7 mál, Jóannes A. Prestá 7 mál

Team Klaksvík - VÍF 30-28(13-12)

Toppskjúttar: Jens Pauli Mohr og Vilhelm Vilhelmsen 7 mál, Bjarti Hansen 7 mál


Við hesum úrslitinum endar KÍF, ið annars vann á Kyndli týskvøldið, og hevur fingið fleiri stig seinastu umførini, á aftasta plássið. Hóast tapið í dag fær VÍF bronsuna.

Endaliga støðan í FTZ-deildini:

H71 34
Neistin 33
VÍF 28 
Kyndil 26
StÍF 17
Team Klaksvík 16
KÍF 14

Mikukvøldið verður fyrsta finalan á skránni, tá Neistin tekur ímóti H71